Íslendsku aðalkonsulshjúnini, Benedikt Jónsson og Aðalheiður Óskarsdóttir, skipaðu í gjár fyri móttøku, nú nýggi aðalkonsul Íslands í Føroyum, Benedikt Jónsson, hevur tikið við starvinum. Hetta skrivar Tórshavnar Kommuna á heimasíðu sínari
Nýggi aðalkonsulin hevur umboðað land sítt í Moskva, París, ST, London og Keypmannahavn. Haraftrat hevur hann havt uppgávur heima í Reykjavík.
Góða samstarvið millum Havnina og Reykjavík hevur nógv ár á baki, sambært Tórshavnar Kommuni. Westward Ho vitjar eitt nú í Reykjavík triðja hvørt ár á sjómannadegnum, borgarstjórarnir í høvuðsstøðunum hittast eisini árliga til fund í felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík og Tórshavn, og seinast í novembur á hvørjum ári kemur umboð úr Reykjavíkar býráð á vitjan í Tórshavn.
Benedikt Jónsson tók við starvinum sum aðalkonsul Íslands í Føroyum 1. august í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald