2024-09-15 18:01
Nýggi oljutangin, sum SEV hevur letur byggja á Sundi, smokkaði í nátt. Hetta er helst orsakað av illveðrinum.
Helst eru tað hvirlur, sum hava gjørt, at tangin er smokkaður, sigur Frimodt Rasmussen, stjóri í Klaksvíkar sleipistøð, sum byggir tangan, við útvarpið.
Nú skal avgerð takast um, hvat skal gerast víðari. Ein møguleiki er, at tangin verður tikin niður aftur.
Tangin skuldi eftir ætlan vera liðugur í november. Hann tekur 8000 rúmmetrar av olju.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald