2020-02-03 10:40
Í gjár, sunnudagin 2. februar, varð nýggi parturin av kirkjugarðinum á Strondum vígdur.
Símin P. Jacobsen, prestur, vígdi nýggja partin av kirkjugarðinum, og sera nógv fólk vóru samlaði til vígsluna, skrivar heimasíðan hjá Sjóvar kommunu.
Morgunin byrjaði við, at Kirkjuráðið bjóðaði morgunmat áðrenn gudstænastuna. Eftir gudstænastuna var vígslan.
Tað er Ronald Poulsen saman við Munin, sum hava projekterað kirkjugarðin, og AP Bilar og Maskinur hava gjørt arbeiðið saman við R Transport og arbeiðsfólki hjá kommununi. Nýggi parturin av kirkjugarðinum hevur pláss fyri 180 gravum.
Myndir síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald