Innanlands

Nýggi parturin av kirkjugarðinum í Vági vígdur

Nýggi parturin, sum varð vígdur leygrmorgunin, hevur pláss til 720 gravir

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2022-06-20 12:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygarmorgun 18. Juni klokkan 11 bleiv nýggi parturin av kirkjugarðinum í Vági vígdur.

Tað var Patrick de Neergaard, prestur, sum vígdi kirkjugarðin.

Siður er, at tað verður gingið tríggjar ferðir runt um tann partin, sum verður vígdur, meðan sungið verður. Aftaná túrarnar runt um kirkjugarðin, læs presturin Sl. 90,1-4 og fyrra bræv Paulusar ápostuls til Korintmanna 15,1-2a og 3-4 og 19-22 og 40-44a og 49 og 53-57, skrivar Vágs kommuna.

Nýggi kirkjurgarður, sum hann verður róptur, bleiv vígdur í 1970 og aftur í 2009, hevði hann bert nøkur fá gravarpláss eftir.

Jón Vilhelm, gravari, sigur, at 730 gravir eru grivnar í nýggja kirkjugarði, og tann parturin, sum bleiv vígdur herfyri, hevur pláss til 720 gravir.

[object Object]
(Mynd: Vágs kommuna)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder