Innanlands

Nýggi parturin av kirkjugarðurin í Rituvík vígdur sunnudagin

Verkætlanin hjá kommununi og Voyt fevnir um 160 tvífaldar gravir. Meinhard Bjartalíð, prestur, vígur eftir guðstænastuna sunnudagin 3. november

2024-10-30 13:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Allahalgannadag, sunnudagin 3. november, verður nýggi kirkjugarðurin í Rituvík vígdur.

Heimasíðan runavik.fo skrivar, at Meinhard Bjartalíð, prestur, eftir guðstænastuna í Rituvíkar kirkju fer at víga nýggja partin av kirkjugarðinum.

Á sumri í 2023 skrivaðu borgarstjórin og Johannes Johannesen frá Voyt undir sáttmála um víðkan av kirkjugarðinum í bygdini.

[object Object]

Voyt átti lægsta boðið til verkætlanina, sum fevndi um 160 "dupultar gravir", upplýsir Runavíkar kommuna.

Arbeiðið er liðugt, og kirkjugarðurin verður nú handaður Runavíkar kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder