Nýggi stigabilurin hjá Tórshavnar sløkkiliði, sum býráðið setti pengar av til í september í fjør, er nú komin til landið.
Heini Østerø, sløkkiliðsstjóri, váttar fyri Portalinum, at bilurin kom við Norrønu í morgun.
Orsøkin til, at Tórshavnar sløkkilið skuldi hava nýggjan stigabil var, at verandi stigabilurin nú er vorðin 20 ára gamal, og klárar hann ikki at nøkta tørvin, sum nú er.
Gamli stigabilurin røkkur eitt nú ikki inn yvir takið á Glasi, men tað ger nýggi stigabilurin, sum røkkur 53 metrar.
Heini Østerø sigur, at nýggi stigabilurin væntandi verður tikin í nýtslu í næstu viku. Hendan vikan verður brúkt til skeiðvirksemi og til at rigga útgerðina til. Gamli stigabilurin verður væntandi seldur.
Nýggi bilurin er frá felagnum Bronto Skylift og kostar 6,5 mió.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald