Labour-politikarin Lindsay Hoyle varð í gjárkvøldið valdur til nýggjan formann fyri undirhúsið í bretska tjóðartinginum eftir karismatiska John Bercow.
Tingið skuldi gjøgnum fýra atkvøðugreiðslur innan formaðurin varð funnin. Sjey valevni vóru til formansvalið.
Seinasta atkvøðugreiðslan stóð millum Lindsay Hoyle og Chris Bryant, sum eisini kemur úr Labour-flokkinum. Her vann Lindsay Hoyle við atkvøðunum 325 móti 213.
Hoyle hevur lovað, at hann sum formaðurin fer at gera undirhúsið til eitt meira friðarligt stað.
Hann avloysir karismatiska konservativa John Bercow sum er vorðin gitin sum hin strangi formaðurin, serliga í teimum uppøstu orðaskiftunum í seinastuni um úrliman úr ES.
Hoyle hevur verið ein at trimum næstformonnum hjá Bercow síðan 2010.
62 ára gamli politikarin lovaði í eini samrøðu við blaðið Sunday Times um vikuskiftið, at hann fer at royna at bøta um tað hann kallar eitt ”eitrað tjóðarting” eftir ógvuslig orðaskifti í fleiri ár um brexit.
Hann fortelur annars í samrøðuni, at hann eigur ein papageyk, sum hann hevur kallað upp eftir forsætisráðharranum, Boris.
- Mær dámar ikki útspillingarnar, sum hava verið at hoyrt. Teimum ynski eg at støðga fyri at tryggja, at tingið verður eitt róliari stað, sigur hann.
Hoyle varð fyrstu ferð valdur inn í tjóðartingið í 1997 í valdøminum Chorley í ein útnyðring úr Manchester. Her hava veljararnir valt hann aftur síðan.
Tað skulu tey sostatt eisini aftur á komandi tjóðartingsvalinum, men av tí at tingformaðurin skal eitast ikki at umboða nakran flokk, er siður, at størstu flokkarnir ikki stilla nakað mótvalevni upp móti honum.
Til dømis hevur ongin úr Labour ella Liberaldemokratunum stillað upp móti John Bercow síðan hann gjørdist formaður í 2009, skrivar Ritzau.
Fyrr hevur ikki verið slíkt uppmerksemi um valið av nýggjum formanni fyri bretska undirhúsið. Men Bercow hevur undir allari kreppuni um brexit síðan fólkaatkvøðuna í juni 2016, havt stóra ávirkan.
Hansara speiska, tó snøgga tosingarlag hevur gjørt hann til eina stjørnu í Bretlandi og úti í stóru verð.
Ikki minst tá hann rópti ”ordeer” út í salin fyri at fáa teir harðmæltastu tinglimirnar at gevast við at rópa eftir hvørjum øðrum í tingsalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald