Innanlands

Nýggi vinnu- og mentanarstjórin í Klaksvík farin til verka

- Eg síggi nógvar møguleikar í starvinum og gleði meg serliga til at samstarva við vinnulívið og menna starvsøkið enn longur fram á leið, sigur John Syderbø

Í dag varð vitja hjá Torkil Mørkøre, leiðara á ítróttardeplinum

Í dag varð vitja hjá Torkil Mørkøre, leiðara á ítróttardeplinum

2022-11-04 19:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

John Syderbø er nú byrjaður í starvinum. Ein av fyrstu uppgávunum er kunna seg um tørvin, sum er á teimum økjum og stovnum, sum hoyra til vinnu- og mentanarøkið í Klaksvíkar kommunu.

Í dag varð vitja hjá Torkil Mørkøre, leiðara á ítróttardeplinum. Torkil gav eina rundsýning, greddi frá virkseminum og hvør framtíðar tørvurin hjá ítróttardeplinum er. Nógv virksemi er í KÍ-høllini og Badmintonhøllini, og vitjanartalið í Klaksvíkar Svimjihøll setur met. Tì er neyðugt at fylgja við og menna tilboðini á ítróttarøkinum enn meira.

John Syderbø sær fleiri spennandi avbjóðingar í starvinum.

- Eg síggi nógvar møguleikar í starvinum. Eg gleði meg serliga til at samstarva við vinnulívið og menna starvsøkið enn longur fram á leið. Tað finnast nógvar stórar og spennandi fyritøkur í kommununi, so tað er upp til okkum at fáa skapt so góðar karmar sum møguligt, hjá teimum at virka undir. Eisini eri eg serliga glaður fyri møguleikan venda aftur í Klaksvíkar at starvast.

Vinnu- og mentanarstjórin í Klaksvíkar kommunu hevur ábyrgd av:

Ítróttaøkið, stadionøkið, bókasavnið, grótbrotið og Klaksvíkar havn. Saman við mentanarleiðaranum verður samstarvað um m.a. tiltøk, stuðul, vinabýarsamstørv og reglugerðir á mentanarøkinum. Av øðrum samstørvum kunnu nevnast Íverksetarhúsið, Visit Norðoy, Tónlistaskúlin, Kvøldskúlin, Fornminnissavnið og nýggja mentanarhúsið Varpið. Vinnumenning og samstarv við Vinnulívsráðið og Klaksvíkar handilsfelag er eisini fevnt av økinum.

Klaksvíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder