“This Is An Ambiguous Face” er fleirtýdda heitið á forvitnisligari framsýning hjá Silju Strøm, sum letur upp í Víngarðinum leygardagin. Tó at listakvinnan enn er lutfalsliga ung, sýnist hon rættiliga búgvin.
Hon málaði áhugaverdar myndir og fann síni listaligu mál longu blaðung og herfyri gjørdu almennu Føroyar íløgu við at lata Silju Strøm listafólkaløn, sum í trý ár veitir henni arbeiðsfrið til tess at arbeiða og menna seg víðari.
Silja Strøm hevði í fjør serframsýningina, “Listaleikir” í Listasavni Føroya. Í myndunum á Listaleikum sóu vit, at listin hjá Silju Strøm ofta snýr seg um relatiónir ella viðurskifti millum menniskju, lutir og umhvørvi millum figurativt og abstrakt, millum tekning og málarí, tað spontana og tað stýrda, tað intima og ópersónliga, millum mynd og tekst, millum einstaklingin og hini.
Teir nýggju málningarnir eru litríkari, eins og teir tykjast meira villir og málandi. Teir eru framleiddir síðan mars, tá covid-19 fór at gera um seg og krúnusóttin hevur verið til bága fyri listakvinnuna, sum ikki hevur kunnað arbeitt á sínum atelieri í skjótt níggju mánaðar. Í staðin hevur hon arbeitt á køksborðum og aðrastaðni har hon hevur búleikast, m.a. hjá foreldrunum í Vestmanna, har hon hevur verið stødd seinastu mánaðarnar.
Silja Strøm (Savnsmynd)
Kortini hevur Silja fingið væl burturúr hesum tíðarskeiðnum við myndum, sum sýnast tengdar at síni egnu serstøku samtíð. Koloristiskt eru myndirnar sansaligar og vakrar, á tremur í glógvandi litum. Sjálvt um covid-19 á ymiskan hátt hevur tarnað listakvinnuni, tykjast málningarnir fullir av lívsgleði og takksemi um tað serliga menniskjaliga og alt tað, vit plagdu at halda vera eina sjálvfylgju.
Framsýningin er opin í vikuskiftum til og við 28.november. Kurator í Víngarðinum er Kinna Poulsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald