Fólkayvirlitið í Tvøroyrar Kommunu fær javnan áheitanir um flytingar til kommununa, men tað er ikki á hvørjum degi, at tríggir ungir danir flyta til kommununa, skrivar Tvøroyar kommuna á heimasíðu síni.
Herfyri komu teir tríggir nýggju donsku fótbóltsleikararnir, ið Betri-liðið hjá TB hevur skrivað sáttmála við, fyri kappingarárið 2020, á gátt og skrásettu seg sum borgarar í Tvøroyrar Kommunu.
Sebastian Kroner, Rasmus Møller og Frederik Mehder verða allir at síggja á vøllinum í ár, og saman við teimum var nýggi venjarin, Michael Winther, ið er av týskum uppruna.
Borgarstjórin, Kristin Michelsen, heilsaði uppá og bjóðaði teimum ein kaffimunn og okkurt afturvið.
Frá vinstru: Kristin Michelsen, borgarstjóri, Michael Winther, venjari, Sebastian Kroner, Rasmus Møller og Frederik Mehder
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald