placeholder
Uttanlands

Nýggir tónar frá Trump: Koronakreppan kann varða í mánaðir

Heilsukreppan kann føra til álvarsliga búskaparliga afturgongd, ávarar Donald Trump

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-03-17 09:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað var ein øðrvísi amerikanskur forseti, sum í gjár var at síggja á sjónvarpsskíggjunum og kunna amerikanarar um koronasmittuna í USA.

Donald Trump hevur fingið skotið í skógvarnar at lítisgera støðuna, hóast USA er hart rakt av smittuni.

Amerikanskir miðlar staðfesta nú at tónalagið hjá forsetanum er vorðið meira dapurt. Trump staðfesti, at neyvan er tað ringasta yvirstaðið fyrr enn einaferð í summar. Hann ávaraði eisini um, at heilsukreppan kann føra til álvarsliga búskaparliga afturgongd.

Hvítu Húsuni boðaðu eisini frá nýggjum leiðreglun, galdandi í 15 dagar, fyri at støðga útbreiðsluni av smittuni.

Trump segði, at hann ikki hevur ætlanir um at leggja USA stilt, eins og onnur lond – serliga í Evropa – hava gjørt.

Forsetin segði tó, at talan kann verða um at setta útgongubann í gildi í ávísum økjum, skrivar dr.dk.

Undanvalið í Ohio útsett
Koronasmittan hevur fingið demokratarnar í Ohio til at avlýsa undanvalið, sum eftir ætlan skuldi haldast í dag. Mike DeWine, guvernørur sigur, at lokalu heilsumyndugleikarnir hava givið boð um at lata valstøðini aftur.

Hetta er fyrsta ferðin síðan yvirgangsálopið á USA 11. september 2001, at eitt týðandi val er útsett, skrivar AP tíðindastovan.

Eftir ætlan eru eisini undanval í statunum Florida, Illionis og Arizona í dag. Í løtuni bendir alt á, at hesi val verða hildin, skrivar dr.dk. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder