Uttanlands

Nýggir trupulleikar við internetinum í Grønlandi

Brek staðfest á einum kaðali nærhendis Kanada

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-05-15 09:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Grønlendski televeitarin Tele-Post er enn einaferð raktur av breki á internetsambandinum. Í nátt hevur stórur partur av Grønlandi verið uttan internetsamband, tí at ein kaðal nærhendis Kanada skuldi umvælast.

Netsambandið fyri kundarnar millum Nuuk og Upernavik varð tí sløkt í nakrar tímar í nátt, skrivar Sermitsiaq.

Tele-Post, har føroyingurin Kristian Davidsen er stjóri, hevur havt trupulleikar við fleiri brekum á internetsambandinum. Í løtuni hevur økið Nuuk-Upernavik bert eittans samband, og tað er gjøgnum sjókaðalin til Kanada, og tað er tí at kaðalslitið nærhendis Qaqortoq ikki er gjørt aftur enn.

Kaðalskipið liggur í løtuni og bíðar eftir at sleppa framat fyri ísinum at umvæla kaðalin, skrivar Tele-Post í tíðindaskrivi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder