Ríkisrættarmálið móti amerikanska forsetanum, Donald Trump, tók nýggja ferð á seg í gjár, tá tær fyrstu sjónvarpaðu avhoyringarnar fóru fram í umboðsmannatinginum.
Men ymist var, hvat kom burtur úr, alt eftir um hugt verður at málinum við demokratiskum ella republikanskum eygum. Politikararnir spurdu tvey vitni á hvør sín hátt og hoyrdu somu svarini, men tað tyktist, sum tey fingu ymiskt burturúr.
Orsøkin er, at endamálið er heilt hvørt sítt. Demokratarnir ynskja at venda huglagnum hjá fólkinum ímóti forsetanum, meðan republikanararnir tosa við kjarnuveljaran hjá Trump, sum ikki heldur, at forsetin hevur borið seg skeivt at.
Vitni vald av demokratunum
Tveir persónar vórðu avhoyrdir í gjár, embætismaðurin George Kent og sendimaðurin William Taylor.
Tað eru demokratarnir, sum hava biði teir vitna, og teir undirbygdu grundgevingina hjá andstøðuni um, at Trump forseti hevur misbrúkt sítt forsetaembæti við at halda hernaðarstuðli aftur, sum ein meiriluti í Kongressini annars hevur játtað Ukreina. Sambært demokratunum í eini roynd at trýsta ukreinska forsetan til at gera eina kannina av politiska mótstøðumanninum hjá forsetanum, Joe Biden.
Republikanararnir kallaðu hinvegin hoyringina fyri eina ”sjónvarpaðan sjónleik” við tí einasta endamáli at fáa sitandi forsetan frá.
Trump spurdi eftir Biden-kanning
Teir báðir vórðu avhoyrdir í fimm tímar. Mest týðandi avdúkingin kom frá amerikanska sendimanninum í Ukreina, William Taylor, sum fortaldi um eina relefonsamrøðu, sum eitt av starvsfólkum hansara skal hava hoyrt millum Trump forseta og amerikanska ES-sendiharran, Gordon Sondland. Her skal Trump hava spurt Sondland, hvussu tað gekk við at fáa Ukreina at seta í verk eina kanning móti Biden-familjuni.
Demokratarnir løgdu hesi tíðindini út sum enn eitt prógv um valdsmisnýtsluna hjá Trump.
Sondland, ES-sendiharri, skal rokna við at verða spurdur um hesa samrøðu, tá hann skal vitna fyri kongressini 20. november. Eisini starvsfólkið, sum hoyrdi telefonsamrøðuna er kallað inn at vitna – tað verður í morgin handan stongdar dyr.
Enn eru hyggjaratølini fyri hoyringini ikki komin fram. Men undanfarnar avhoyringar í kongressini av fyrrverandi FBI-ovastanum James Comey, hægstarættardómaranum Brett Kavanaugh og serliga granskaranum, Robert Mueller vórðu sæddar av millum 15 og 20 milliónum amerikanarum. Tað er tó langt frá talinum, ið hyggur eftir Super Bowl ella baseball-finalunum, staðfestir tv2.dk.
Vert er at hava í huga, at avhoyringarnar eru ein politisk prosess og ikki eitt rættarmál. Tað snýr seg í høvuðsheitum ikki um prógv, men um at savna politiskan meiriluta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald