Innanlands

Nýggir útbúgvingarmøguleikar á Heilsuskúla Føroya

Ófaklærdir heilsuhjálparar og námsfrøðihjálparfólk, sum eru omanfyri 25 ár, og sum hava minst 3 ára viðkomandi starvsroyndir kunnu søkja um at verða førleikamett, og soleiðis fáa atgongd til eina serskilda undirvísingargongd, sum gevur teimum eina høgligari leið gjøgnum útbúgvingina

Landsstýrismaðurin Jenis av Rana, saman við Vivie Kirke Davidsen, skúlastjóra á Heilsuskúla Føroya (Mynd: Uttanríkis- og mentamálaráðið)

Landsstýrismaðurin Jenis av Rana, saman við Vivie Kirke Davidsen, skúlastjóra á Heilsuskúla Føroya (Mynd: Uttanríkis- og mentamálaráðið)

2022-05-07 14:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Uttanríkis- og mentamálaráðið: Heilsuskúli Føroya og Uttanríkis- og Mentamálaráðið hava opnað eina nýggja hurð, inn til útbúgvingarnar sum heilsuhjálpari og námsfrøðihjálpari.

Ítøkiliga snýr tað seg um eina førleikametingar-tilgongd, fyri ófaklærdar heilsuhjálparar og námsfrøðihjálparfólk, sum eru omanfyri 25 ár, og sum hava minst 3 ára viðkomandi starvsroyndir. Hesi kunnu søkja um at verða førleikamett, og soleiðis fáa atgongd til eina serskilda undirvísingargongd, sum gevur teimum eina høgligari leið gjøgnum útbúgvingina.

– Hetta er sama útbúgvingin, sama fakliga innihaldi og júst sama prógv sum til tær vanligu útbúgvingarnar sum heilsuhjálpari og námsfrøðihjálpari, sigur Vivie Kirke Davidsen, stjóri á Heilsuskúla Føroya, sum fegnast um, at hendan skipanin er fingin í lag:

– Tað nýskapandi við hesum leistinum er, at tey førleikamettu verða frítikin frá vanligu starvsvenjingini, so tey sleppa til arbeiðis í teimum tíðarskeiðum har eingin undirvísing er. Harafturat skipar Heilsuskúlin ein part av frálæruni umvegis fjarundirvísing, so tað verður høgligari hjá hesum næmingabólkunum at taka hesar útbúgvingar.

Landsstýrismaðurin í skúlamálum, Jenis av Rana, lýsir nýggja leistin hjá Heilsuskúlanum sum eitt spennandi frambrot fyri vælferðarøkið:

– Starvsfólkatrotið er ein avbjóðing sum vit øll mugu taka í størsta álvara, og hendan førleikametingin kann gerast ein týdningarmikil liður, í eini røð av átøkum, sum skulu fáa fleiri vælútbúgvin starvsfólk inn á vælferðaøkið. Fyrsta stigið er heilsuhjálparar og námsfrøðihjálparar. Næsta stigið verður heilsurøktarin. 

Landsstýrismaðurin vónar og væntar, at kommunurnar og fakfeløgini fara at taka væl undir við leistinum, og at allir partar fara at gera sítt til, fyri at fáa kunningina um nýggja tilboðið hjá Heilsuskúlanum út: Tað er ein felags avbjóðing at fáa fleiri hendur og betri fakligar førleikar inn á økið. Um vit nú øll lyfta í felag, so fáa vit eisini sett veruliga gongd á rekrutteringina av teimum røttu starvfólkunum til hendan nýggja leistin, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Heilsuhjálparútbúgvingin og námsfrøðihjálparaútbúgvingin fyri førleikamett byrjar longu eftir summarfrítíðina í ár, og tey, sum hava ábyrgdina av at vegleiða um førleikameting, sita longu klár til at hjálpa umsøkjarunum.

Nærri kunning um nýggju útbúgvingarmøguleikarnar eru at finna á heimasíðuni hjá Vegleiðingarstovuni í Undirvísingarstýrinum, www.vegleiding.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder