Mánadagin verður avdúkað hvør framtíðin verður hjá frítíðardeplinum í Skálavík.
Smyril Line, sum hevur rikið hotellvirksemi í deplinum boðaði herfyri frá, at felagið hevur sagt upp leigusáttmálan, og at Hotel Skálavík letur aftur um ein mánað ella so.
Orsøkin er, at tað ikki er eydnast Smyril Line at fáa ein skilagóðan rakstur í gistingarhúsvirksemið har.
Sum leigari hevur Smyril Line ikki havt møguleikar at gera tær broytingar a staðnum, sum felagið kanska kundi ynskt, depilin hevur eisini verið ov lítið til skilagóðan gistingarhúsrakstur, og so hevur eisini verið trupult at fáa útbúgvin starvsfólk til Skálavíkar at arbeiða.
Tað var stórreiðarin Eiler Jacobsen, sum lat frítíðardepilin byggja í heimbygd síni. Depilin er lagdur í ein grunn, Grunnurin Immanuel.
Í dag hevur so dóttir Eilers, Hjørdis Háberg Petersen, kallað inn til tíðindafundar á deplinum mánadagin, har ein nýggj verkætlan verður løgd fram.
- Eisini verður kunnað um tilgongdina til hesa verkætlan og nakað av tí, hon fer at innihalda, stendur skrivað í innbjóðingini.
Leigusáttmálin hjá Smyril Line gongur annars út 31. mars komandi ár, og Smyril Line hevur boðað frá, at hóast gistingarhúsvirksemið nú letur aftur, er møguleiki at leiga Hotel Skálavík til ymisk endamál fram til ta tíð.
Les eisini: Hotel Skálavík letur aftur í desember
(tekstur broyttur 19. okt kl. 13.42)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald