![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
- Nú nærkast várið og tíðin, tá tað verður møguligt at søkja inn á miðnámsútbúgvingar. Frá 15. februar til 15. mars verður møguligt at søkja. Í ár verður, sum nakað nýtt, eisini møguligt at søkja inn á gymnasialar útbúgvingar og yrkisútbúgvingar umvegis vangan.
Soleiðis skrivar Undirvísingarstýrið í stuttum skrivi á heimasíðu sínari.
Tað er serliga í sambandi við hendan nýggja møguleikan, at ein heilt nýggj app er gjørd til føroyskar skúlanæmingar
Nógv av teimum sum skulu søkja, hava uttan iva fleiri spurningar. Appin er serliga ætlað teimum, sum á fyrsta sinni skulu velja eina útbúgving eftir loknan fólkaskúla.
Nýggja appin eitur “Útbúgvingar” og skal lýsa ymiskur útbúgvingarnar. Hon er tøk á App Store og Google Play, skrivar Undirvísingarstýrið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald