Síðan desember í fjør hava Ragnar Jacobsen, ambulansuviðgerði, Sólfríð Fjallsbak, lækni, Jákup Haraldsen, tilbúgvingarleiðari og Hans Jákup Wang Jacobsen, formaður fyri Vága Bjargingarfelag, arbeitt við at fáa eina app til lívbjargandi fyrstuhjálp til Føroya – Renn fyri lívi.
Fólk kunnu skráseta seg í skipanini, sum verður stýrd frá vaktsentralinum á Landssjúkrahúsinum. Tá ein persónur hevur brúk fyri hjálp, kann skipanin finna tríggjar persónar innan 20-25 sekund, sum fáa boð um at hjálpa til, inntil fakfólk kemur á staðið. Hesi verða so á staðnum, til sjúkrabilur fer av staðnum aftur.
Fyri nøkrum vikum síðani boðaðu stigtakararnir frá, at skipanin varð keypt og skuldi royndarkoyrast, og í dag verður boðað frá, at tey eru við at koma á mál. Nú er greitt, at appin verður almenn frá 1. november.
Í hesum sambandi verður heimasíðan hjá Renn fyri lívi eisini almannakunngjørd frá í dag av. Á heimasíðuni fæst kunning um skipanina, og hvussu ein fær appina og skrásetir seg. Eisini verður eitt kort, sum vísur allar skrásettar hjartastartarar, og hetta kortið verður dagført regluliga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald