
Tað er nakað av kava kring landið, og tískil er neyðugt at rudda vegirnar. Á Strondum, og annars í Sjógvar kommunu, hevur ein nýggj gravkúgv ruddað kavan av kommunalu vegunum í Sjóvar kommunu í dag.
Sjóvar kommuna hevur nevniliga skrivað undir avtalu við R-Transport um kavarudding á kommunalu vegunum. Kommunan skrivar á heimasíðu sínari, at við hesari nýggju avtaluni við R-Transport ber til eina nógv skjótari kavarudding. Saman við R-Transport hevur kommunan eisiniegnu arbeiðsbilar, sum bæði salta og rudda kava. Tískil verður talan um eina samanlagt betri tænastu enn áður.
Sjóvar kommuna hevur havt líknandi avtalu við Landsverk undanfarin ár, men av tí at Landsverk sjálvsagt raðfestir landsvegir fyrst, vórðu kommunalu vegirnir ofta ikki ruddaðir, fyrr enn tamarhald var á landsvegunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald