Sunda kommuna og Heðin Zachariasen sp/f hava undirskrivað nýggjan sáttmála um skúlabarnaflutning.
Felagið hevur hevur røkt skúlabarnakoyringina í Sunda kommunu síðan 2017, og nú er greitt, at soleiðis verður eisini fram til summarið 2028, skrivar sunda.fo.
- Sunda kommuna hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við Heðin Zachariasen sp/f um skúlabarnaflutning fyri inniverandi og komandi fýra skúlaárini nú skúlabarnaflutningurin hevur verði í almennum útboði.
Talan er um skúlabarnakoyring til og frá Skúlanum við Streymin har 1. - 10. flokkur úr allari Sunda kommunu ganga í skúla. Harumframt verða skúlabørnini í Hósvíkar skúla og Hvalvíkar skúla í 1. - 3. flokki koyrd til Skúlan við Streymin í sambandi við ítrótt og svimjing.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald