Mentan

Nýggj barnabíblia frá Leirkerinum

Forlagið Leirkerið hevur júst givið eina nýggja barnabíbliu út við heitinum "Søgubíblian um Jesus"

2021-09-01 18:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Forlagið Leirkerið hevur júst givið eina nýggja barnabíbliu út við heitinum "Søgubíblian um Jesus".

Bókin er 352 síður og innbundin. Arni Zachariassen hevur týtt bókina til føroyskt, og fæst hon nú til keyps á nethandlinum www.leirkerid.fo og í bókahandlunum kring landið.

Leirkerið sigur soleiðis um nýggju barnabíbliuna:

– Søgubíblian sigur søguna, sum liggur undir øllum søgunum í Bíbliuni. Øll Bíblian má til fyri at siga hesa søguna. Og í miðdeplinum í hesi søguni er eitt barn, Barnið, sum alt hvílir á. Frá Nóa til Móses til Dávid kong, teska allar søgurnar hansara navn. Jesus er sum burturblivna pettið í putlispælinum – pettið, sum fær øll hini at passa saman.

[object Object]Myndir úr bókini (Mynd: Leirkerið)

Hetta siga onnur um bókina

– Søgubíblian um Jesus er ein avbera góð barnabíblia, sum tekur teg gjøgnum nógvar týdningarmiklar søgur úr Bíbliuni, og vísir á, hvussu øll Bíblian peikar á Jesus. Hettar er alt væl gjørt við litríkum og góðum tekningum, og einum barnavinarligum og til tíðir skemtiligum oðravali. Tað er fleiri ferðir, at bókin lýsir eitt annarleiðis sjónarhorn enn man er vanur við, ella lýsir bíbilsøgurnar við orðum, sum ein kanska ikki hevði væntað. Tað ger hesa barnabíbliuna nýhugsandi og áhugaverda, sigur Jóhan Hansen, barna- og familjuráðgevi í Heimamissiónini.

Jastrid Høj, lærari og varaleiðari í Frískúlanum Kelduni, sigur soleiðis:

– Henda barnabíblian hugtók meg og fangaði meg, tá eg las hana. Á einum gerandismáli, sum børn og vaksin skilja, er søguliga gongdin í Gamla Testamenti samanhangandi og greiðir frá týðandi myndum, sum peika á Jesu komu í Nýggja Testamenti. Guds kærleiksfulla bjargingarætlan við menniskjanum er sum ein reyður tráður allan vegin ígjøgnum. Eitt framúrskarandi amboð, sum tørvur er á til sjálvlestur hjá børnum og foreldrum, ommum og abbum, stovnum, skúlum og øðrum.

– Tekningarnar eru litríkar og vekja áhuga fyri søguni. Bókin hevur eitt lætt mál, sum letur bíbliusøgurnar í gerandisumstøður, sum barnið kennir. Samstundis knýtir hon allar hesar smáu søgurnar saman við ta stóru søguna: Søguna um, hvussu Gud elskar síni børn og kemur at bjarga teimum, sigur Synnøve av Rana, praktiskur leiðari í Lívdini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder