Mentan

Nýggj bók – Saman um samkomuna

Talan er um nýggja bók við talum eftir Óla á Grømma Jacobsen. Jógvan Júst Rasmussen hevur skipað og sett talurnar saman

2024-05-21 21:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

“Saman um samkomuna“ er nýggj bók við talum eftir Óla á Grømma Jacobsen, sum Forlagið Leirkerið gevur út. Hetta eru talur, sum Óli hevur hildið síðstu mongu árini, hann hevur vitjað heima í Føroyum. Talurnar eru settar upp í stutt brot, og bókin hóskar væl, bæði sum andaktsbók og handbók at sláa upp í.

Tað er Jógvan Júst Rasmussen, sum hevur skipað og sett talurnar saman.

“Saman um samkomuna“ er seinna bókin av hesum slag. Fyrra bókin eitur “Orð úr orðinum” og er ein samanskriving av fleiri av teimum talum, ið Óli á Grømma hevur hildið, tá ið hann hevur verið í Føroyum.


Seinna bókin eitur “Saman um samkomuna”. Hendan bókin hugsavnar seg mest um talur, ið Óli á Grømma hevur hildið í Føroyum, har tænasta í samkomuni er í miðdepilinum.

Bókin er í fimm pørtum.

  • Fyrsti partur ber heitið „Vælferð samkomunnar“. Í hesum partinum verður hugt at, hvussu samkoman er sett saman, hvussu hon er skipað og at enda, hvussu hon er stýrd.
  • Annar partur ber heitið „Skriv sent til ein á vígvøllinum“. Hetta eru talur, sum eru bygdar á Titusbrævið.
  • Triði partur ber heitið „Skriv sent frá einum á vígvøllinum“. Hetta eru talur, sum eru bygdar á Seinna Timoteusbræv.
  • Fjórði partur ber heitið „Vápn samkomunnar“. Hetta eru talur um herklæðini í Efesusbrævinum sætta kapitli.
  • Í fimta og seinasta parti eru einstakar talur, sum allar snúgva seg um tænastuna.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder