Mentan

Nýggj bók frá Tjóðsavninum

Í "Skónir í Føroyum" verður kunnað um ein part av okkara náttúru

2018-12-12 08:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í sambandi við bókaútgávuna skipar Tjóðsavnið fyri móttøku í Brekkutúni 6, hósdagin 13. desember.

Áðrenn framløguna sigur Palli Askham nøkur orð um Onnu Mariu sála.

Bogi Hansen leggur bókina  “ Skónir í Føroyum” fram vegna Onnu Mariu. Anna Maria var plantufrøðingur og starvaðist síðani 1996 á Føroya Náttúrugripasavni, sum nú er partur av Tjóðsavninum.

Í bókini verður kunnað um ein part av okkara náttúru, sum flestu føroyingar munnu hava sæð túsund ferðir; men sum fáur man hava hugsað nógv meira um. Í bókini er fyrst ein almenn lýsing av skónum og hvar tær eru at finna í føroysku náttúruni. Síðan verða næstan hundrað úrvald føroysk sløg av skónum lýst við teksti og myndum. Aftast í bókini eru yvirlit yvir skrásettar skónir, føroysk heiti og heimildir. Grunnurin Føroya Náttúra-Føroya Skúli hevur stuðlað bókaútgávuni.

Eftir framløguna av bókini kemur Eivør Pálsdóttir at syngja nøkur løg, og bjóðar Tjóðsavnið ein drekkamunn.

Í samband við bókaútgávuna, sýnir Anette Sonne fram myndir og plakatir av skónum úr einum øðrvísi sjónarhorni, “Natúrlist við Toftavatn”. Anette er útbúgvin blómu-og gluggaprýðari, og hevur seinnu tíðina hugsavna seg um, at skapa hugvekjandi myndir, ið hon nevnir “mosi á steinum”. Íblástur til myndirnar fær hon frá økinum kring Toftavatn.

- Tjóðsavnið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder