Innanlands

Nýggj bók um føroyskan uttanríkispolitikk

Mikudagin 2. apríl gevur forlagið Fróðskapur út greinasavn um føroyskan uttanríkispolitikk, sum viðger støðu Føroya í heiminum við søguligum og aktuellum brillum. Bókin verður løgd fram á tiltaki sama dag kl. 15.30 á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu 25 í Havn

2025-03-29 12:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hvussu hava Føroyar røkt síni áhugamál í altjóða viðurskiftum? Hvussu byrjaði føroysk luttøka í altjóða samfelagnum? Hvørjir tættir mynda føroyskan uttanríkispolitikk? Og hvussu sær framtíðin út?

Mikudagin tann 2. apríl gevur forlagið Fróðskapur út nýggja bók um føroyskan uttanríkispolitikk. Bókin kallast "Heimsins nalvi – Føroyskur uttanríkispolitikkur í fjórðingsøld" og viðger uttanríkispolitisku støðu Føroya úr einum breiðum sjónarhorni.

Seytjan høvundar við ymiskum bakgrundum lýsa og greina føroysk uttanríkisviðurskifti úr ymsum sjónarhornum. Bókin viðger m.a. vinnuliga og tjóðskaparliga menning í 19. øld, heimskríggj og samráðingar um fiskimørk undir kalda krígnum, fyrstu sendistovurnar um aldarskiftið, yvirtøkur av málsøkjum og hvussu uttanríkispolitiska virksemið áhaldandi er víðkað í 21. øld. Millum høvundarnar eru granskarar, embætisfólk og journalistar, sum allir hava lagt seg eftir at skriva til almenningin.

Ritstjórnað hava Regin Winter Poulsen, Jens Christian Svabo Justinussen, Rógvi Olavson og Heini í Skorini.

Hetta er fyrsta bók, sum viðger føroyskan uttanríkispolitikk burturav. Og evnið gerst alsamt meiri átrokandi, nú heimurin er í broyting. Bókin er ætlað øllum, ið forvitnast um støðu Føroya í heiminum, og hvagar leið Føroya gongur.

Á útgávutiltakinum á Søgu- og samfelagsdeildini verður m.a. samrøða við Árna Olafsson, sum hevur arbeitt sum embætismaður í Føroyum og Danmark í fleiri áratíggju, og sum eisini er ein av rithøvundunum í bókini. Somuleiðis fer fyrrverandi landsstýrismaðurin i uttanríkismálum, Høgni Hoydal, at siga nøkur orð, umframt umboð fyri Søgu- og samfelagsdeildina.

Kaffi verður at fáa, og ein kann eisini ogna sær nýggju bókina.

Fróðskaparsetur Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder