Í 2008 gav amerikanski rithøvundurin, Suzanne Collins, út fyrstu bókina í “Hunger Games”-røðini (“Hungursleikirnir” á føroyskum). Síðan tá hava bøkurnar um Katniss Everdeen, sum saman við øðrum tannáringum skal berjast fyri lívinum í einari realitysjónvarpssending, selt fleiri enn 100 mió. eintøk. Filmarnir við amerikonsku sjónleikarinnuni, Jennifer Lawrence í høvuðsleiklutinum, hava eisini forvunnið gott 3 mia. dollarar kring heimin.
Næstan tíggju ár eru nú liðin, síðan triðja og seinasta bókin í røðini kom út í USA, og tað eru gott fýra ár síðani, at seinasti filmurin kom út. Men nú hevur amerikanska forlagið, Scholastic kunngjørt, at ein nýggj "Hunger Games"-bók er ávegis.
Nýggja bókin fer tó ikki at snúgva seg um Katniss Everdeen eins og hinar bøkurnar í røðini. Nýggja bókin er nevniliga ein undansøga, ein sonevndur “prequel”, ið gongur fyri seg 64 ár áðrenn "Hungursleikirnir", skrivar miðilin Time.
Enn hevur nýggja bókin einki heiti, men Scholastic hevur kunngjørt, at bókin verður givin út í USA 19. mai næsta ár.
Filmsfelagið Lionsgate, sum hevur staðið fyri framleiðsluni av “Hunger Games”-filmsrøðini boðar eisini frá, at ætlan er gjørd um at filmatisera nýggju undansøguna.
Fyrsta bókin í røðini um "Hungursleikirnar" varð givin út í USA í 2008, og triðja og seinasta bókin varð givin út í 2010.
Á føroyskum komu tvær tær fyrstu bøkurnar út í 2012, og triðja bókin í 2014.
Tað var Bergur Rasmussen, sum týddi bøkurnar til føroyskt, og Bókadeildin, sum gav út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald