Mentan

Nýggj bók um listina í Skúlanum við Streymin

Sunda kommuna gevur nú út bók um listina hjá Astri Luihn á nýggja, stásiliga skúlanum

Mynd: Sunda kommuna

Mynd: Sunda kommuna

2020-12-12 15:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í oktober varð nýggi, stásiligi Skúlin við Streymin vígdur og tikin í nýtslu. Skúlin er listprýddur av list hjá Astri Luihn, og listabólkurin í Sunda kommunu gevur nú út bók um listina.

Listaverkið hjá Astri Luihn lýsir søgur úr Sjúrðarkvæðunum, sum Jógvan kalsmaður frá Norðskála var heimildarmaður til í 1812, og ævintýrið Trøllið á Fjallinum frá Gjógv. Støddfrøðin er vovin inn í listaverkið sum mynstur, frymlar og geometriskir figurar og formar; eitt nú Gylti snyrilin ella Fibonacci-snyrilin, Pythagoras, ferrótssnyrilin ella snyrilin hjá Theodorus og snyrilin hjá Harris um fraktalar.

[object Object]

Eisini eru avmyndaðir figurar av íðkandi ítróttafólki, sum kann geva íblástur og stimbra áhugan hjá næmingunum fyri ítrótti og rørslu, sum er týdningarmikið bæði fyri likam og sál og stuðlar undir læring.

Bókin, ið er 198 síður, er skrivað á føroyskum, donskum og enskum. Hon fæst til keyps á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka og í handlum kring landið.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder