Fyri tveimum vikum síðani lat nýggj dagstovnaeind upp á Húsum fyri børn í vøggustovu-, barnagarðs- og frítíðarskúlaaldri, men enn hevur hon ikki fingið nakað navn.
Tí skipar Klaksvíkar kommuna fyri navnakapping.
– Ynskiligt er at fáa eitt navn, sum fellur væl og sum møguliga samljóðar við virksemið á stovninum. Eisini er ynskiligt at fáa eina frágreiðing um týdningin av navninum, og/ella um talan er um søguligan týdning v.m., skrivar kommunan.
Uppskot skulu sendast Klaksvíkar kommunu áðrenn 14. mars klokkan 12. Virðislønin fyri vinnandi uppskotið er 3.000 krónur.
Dómsnevndin er mannað við umboðum fyri bygdarfelagið Sigursglæman, staðbundnu nevndina á Húsum, starvsfólk á dagstovnastovuni og umboð fyri Klaksvíkar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald