Innanlands

Nýggj dagstovnaeind latin upp á Húsum

Mánadagin byrja fimm børn á nýggja stovninum, sum enn ikki hevur fingið navn

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2024-02-17 12:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Klaksvíkar kommuna: Hóskvøldið var almenn móttøka fyri nýggja dagstovnatilboðnum á Húsum. Enn hevur eindin ikki fingið navn, men í næstum verður navnakapping útskrivað. Mánadagin byrja fimm børn í nýggja stovninum.

[object Object]

Móttøkan byrjaði við at Karl Johansen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin. Síðan helt Eyðstein Ó. Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini børn og ung, eina røðu. Eftir hetta framførdu Erla Mortensen og Heðin Askham tvey løg. Karl Johansen, segði, at hetta var nærmast ein rørandi løta. Hann var sera fegin um ta góðu undirtøkuna um hetta arbeiðið hevur fingið frá øllum pørtum.

[object Object]

Í heyst varð avtalað gjørd við bygarfelagið, Glæmam, um at umvæla bygdarhúsið, soleiðis at húsið kundi nýtast til dagstovn í dagtímunum. Arbeiðið hevur gingið væl og nú er klárt at lata upp.

[object Object]

Í nøkur ár hava trý børn verið í dagrøkt á Kalsoynni. Í dag eru níggju børn í oynni og fara seks børn um stutta tíð at ganga á dagstovninum. Trý starvsfólk eru sett í starv í nýggja stovninum. Tær tríggjar, Gudrun, Olivia og Elin, eru sera fegnar um hetta nýggja tilboðið. Tær tríggjar búgva allar á Húsum, og eru ikki í iva um, at hetta er stórsta framstig í oynni í fleiri ár.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder