Innanlands

Nýggj farstøð reist á Syðradali

Nú skal vera høgligari at bíða eftir Sam. Økta ferðafólkatalið á Kalsoynni hevur økt tørvin á hesum

Seinnapartin í gjár var hátíðarhald á Syðradali, tá ið nýggja farstøðin bleiv reist (Mynd: klaksvik.fo)

Seinnapartin í gjár var hátíðarhald á Syðradali, tá ið nýggja farstøðin bleiv reist (Mynd: klaksvik.fo)

2024-03-07 16:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinnapartin í gjár var hátíðarhald á Syðradali, tá ið nýggja farstøðin bleiv reist.

Á røðaralistanum til hátíðarhaldið vóru Dennis Holm, landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Karl Johansen, borgarstjórin, Kjartan Hansen, stjóri í Kanjon, og Dan Sofus Hofgaard, deildarleiðari á Landsverk.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Eftir tiltakið á havnarlagnum vórðu gestirnir bodnir niðan í skúla á Syðradali, har bjóðað varð kaffi og ein biti.

Eingin ivi er um, at økta ferðafólkatalið á Kalsoynni hevur økt tørvin fyri, at ferðafólk hava eitt stað at vera í, meðan tey bíða eftir bátinum. Tí er hetta ein neyðug og spennandi værkætlan, sum eftir ætlan skal standa klár áðrenn summarið, og áðrenn ferðafólkastreymurin veruliga tekur dik á seg.

Klaksvíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder