
Jákup á Borg, mest kendur sum fótbóltsspælari og -venjari, og seinastu árini eisini sum bilsølustjóri við fyritøkuni Bilrøkt, byggir nú virksemið út.
Hann fer nú eisini undir at selja ferðir – ferðavinnuvirksemið verður bæði innanlands og uttanlands.
Ferðavinnuvirksemið liggur ikki so fjart frá tí, sum Bilrøkt og Jákup á Borg hava fingist við seinastu tíðina, tí ein partur av Bilrøkt hevur eisini verið ‘limousine-koyring’. Seinastu árini hevur Jákup eisini sjálvur verið við til at koyra tónleikastjørnur, ambassadørar og serligar VIP’arar við sínum serbygdu limousinebilum.
Hesir fínu gestir hava umbiði serligar upplivingar í Føroyum, og tí hevur hetta virksemið eisini verið eitt slag av tí, sum Bilrøkt hevur havt at bjóða.
Umframt limousinekoyring hevur Bilrøkt eisini einar 70 leigubilar standandi til innkomandi ferðafólk at leiga.
Ferðaskrivstova ikki nakar nýggjur tanki
Tað at arbeiða við ferðavinnu er heldur ikki nakar nýggjur tanki hjá Jákupi á Borg og Bilrøkt.
- Fyri umleið tíggju árum síðan keyptu vit á Bilrøkt rættindini til heimasíðunavnið adventure.fo, og øll hesi árini síðani tá, hevur tankin verið at útbyggja við ferðavirksemi, greiðir Jákup á Borg frá.
Nýggja ferðaskrivstovan fer at bjóða ferðir bæði uttanlands og innanlands.
Í innanlandsvirkseminum er ætlanin at bjóða útlendskum kundum, í minni bólkum, serligar túrar í Føroyum.
- Tá eg nevni serligar túrar, so kann tað vera alt frá at fara út at skjóta haru ella svartfugl, bátatúrar ella gongutúrar í Føroysku fjøllunum.
- Sjálvandi kunnu vit eisini skipa fyri somu útferðum, um talan er um føroyingar, sigur Jákup, sum er sera spenur til nýggja ferðavinnuvirksemi.
Øðrvísi uttanlandsferðir
Jákup á Borg sigur, at nýggja ferðaskrivstovan hjá Bilrøkt leggur nógv fyri beinanvegin, tí tey ætla ikki bara at skipa fyri minni bólkaferðum innanlands.
- Nei, vit hugsa eitt sindur ótrationelt, og møgliga eitt sindur øðrvísi enn onnur gera. Tað vanliga ferðamynstri hjá føroyingum er at ferðast í summarhús í Danmark ella eina beinleiðis ferð til Spania. Vit ætla tað eitt sindur annarleðis, men kunnu sjálvandi eisini skipa fyri ferðum til Spania.
Luksus í Dubai og/ella Formula 1 í Abu Dhabi
Stjórin í Bilrøkt sigur, at ætlanin er at skipa fyri spennandi tematúrum úr Føroyum nakrar ferðir um árið.
- Her hugsa vit, at føroyingar skulu sleppa av landinum, at hugna sær eitt sindur øðrvísi enn teir plaga.
Nýggja ferðaskrivstovan hevur longu lagt seg í seðlarnar, tí fyrsti túrurin hon skipar fyri, verður longu í november, tá føroyingar fáa møguleika fyri at fara til shopping, sól og luksus í Dubai.
- Dubai er í hvussu so er ikki ein vanlig ferðafólkaleið hjá føroyingum. Og á hesum túrinum verður eisini møguleiki at síggja Formula 1 kappkoyring í Abu Dhabi. Um ein ikki er áhugaður í rasarakoyring, so er eisini ómetaliga nógv annað at fara til, greiðir Jákup á Borg frá.
Navnið á nýggju ferðaskrivstovuni verður Adventure.fo. Adventure.fo er eitt felag sum bilsølan Bilrøkt eigur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald