Í dag eftir tíðindini klokkan 15 verður nýggja sendingin Ferðsluvitin á skránni á FM1. Vertur er Benny Ejdesgaard, koyrilærari.
Talan er um eina upplýsandi ferðslusending, har ferðslutrygd og gerandisdagurin hjá bilførarum er í miðdeplinum.
Gestur í fyrstu sendingini er Karl Leonsson, leiðari á ferðsludeildini hjá løgregluni. Hann greiðir frá arbeiðinum hjá ferðsluløgregluni, og komið verður inn á fleiri viðkomandi evni, eitt nú ferð, gáloysni, hvat skal til fyri at missa koyrikortið, og hvussu fólk reagera, tá løgreglan steðgar teimum.
Eisini verður hugt nærri at ferðslulógini, og nakrar av grundleggjandi ferðslureglunum.
Í komandi sendingum verða samrøður við fólk frá millum annað Akstovuni, Undirsjóartunlunum, ambulansutænastuni og rúsdrekkaskeiðunum. Eisini verða onnur evni tikin upp, sum hava týdning fyri ferðsluna og ferðslutrygdina í Føroyum.
Í hvørjari sending fáa lurtarar eisini høvi at senda inn spurningar og fáa svar beinleiðis frá ferðsluløgregluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald