Innanlands

Nýggj fíggjarloysn til íverksetarar

Samstarv um ein portal til hópfígging – crowdfunding

2019-10-04 15:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Íverksetarahúsið, Vinnuframi og Visit Faroe Islands eru farin í samstarva um nýggjan føroyskan crowdfundingportal, við navninum Hópfígging. Íverksetarahúsið umsitur portalin í samstarvi við íslendsku fyritøkuna Karolina Fund, sum hevur ment portalin.

Kunnað verður nærri um hópfíggingarportalin í Íverksetarahúsinum týsdagin, tá Helgi Abrahamsen landsstýrismaður við vinnu- og umhvørvismálum kunnger portalin.

Við portalinum verður møguligt at fáa fíggjarligan stuðul til eina værkætlan, uttan at fara ígjøgnum ta vanligu, og til tíðir truplu mannagongdina við at lána pening í bankanum ella søkja stuðul frá ymsum aktørum.

Við Hópfígging ber til at fáa tína verkætlan fíggjaða, ígjøgnum smærri mongdir av kapitali frá fleiri íleggjarum/stuðlum. Við hópfígging er møguligt hjá einum og hvørjum at stuðla, teimum verkætlanunum sum fangar teirra áhuga.

Hópfígging virkar soleiðis, at ein og hvør við einum góðum hugskoti til eina verkætlan, kann leggja sítt hugskot út á hópfíggingarportalin, og soleiðis søkja fígging til sína verkætlan.

Verkætlanareigarin kann lýsa sína verkætlan á portalinum ígjøgnum tekst, myndir, video osfr.

Harumframt verður tað lætt og ómakaleyst at deila verkætlanina á teimum sosialu miðlunum.

Endamálið við Hópfígging er at stuðla og menna íverksetan í Føroyum, við at gera tað lættari hjá íverksetarum og íleggjarum at finna hvønn annan, og harvið geva íverksetum møguleika at deila síni góðu hugskot, og samstundis fáa fígging.

Skipað verður fyri kunnandi fundum um hópfíggingarportalin í komandi viku. Týsdagin kl. 14 í Íverksetarahúsinum í Klaksvík, mikudagin kl. 14 á Føroya Tele í Havn og hósdagin kl. 19 á Fjarlestrardeplinum í Vági.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder