Mentan

Nýggj fløga og útgávukonsertir

Eyðun Jacobsen gevur út nýggja fløgu við 18 sangum

Eyðun Jacobsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Eyðun Jacobsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-05-19 12:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

25. mai kemur út nýggja fløga við gospelsangaranum Eyðuni Jacobsen. Heiti á fløguni er "Lívsins løtur". 18 sangir eru á fløguni, har Eyðun sjálvur hevur skrivað orð og lag til átta av teimum.

Tónleikurin er innspældur gjøgnum seinastu 4-5 árini, í Crossroads Studio í Arden, North Carolina, av sera dugnaligum tónleikarum undir leiðslu av Jeff Collins. Nærum allar røddirnar eru sungnar inn í studionum hjá Erik Biskupstø í Klaksvík. 

[object Object]

Eyðun Jacobsen, hevur fingist við tónleik síðani barnaárini, bæði í Føroyum og uttanlands. Fyrsta útgávan, hann var við á, kom í 1973. Tað var Betesda Duettin, Jógvan Mortensen og Eyðun Jacobsen, sum góvu út EP plátuna, ”Úr Himli til jarðar”. Hann spældi fast guittar við Kvartettini í Betesda. Hann var við í Miðnáttarsangbólkinum í Runavík, Elim Kvintettini í Søldarfirði og Exodus í Runavík.

Hann búði frá 1983, í 17 ár saman við familjuni í Danmark. Har fekst hann nógv við sang og tónleik, bæði sum einstaklingur og í bólkum. Fýra útgávur komu meðan hann búði í Danmark, tríggjar á donskum og ein á føroyskum.

Síðani hann flutti heimaftur í 2000, hevur Eyðun Jacobsen verið sera virkin við sangi og tónleiki, hann hevur givið ut tvær fløgur sum einstaklingur og tvær fløgur saman við døtrunum. Eisini hevur hann luttikið og samskipað fleiri útgávur, m.a. hjá Kelduni, Svein í Prestgarði, Kvartettini í Betesda, Ólavi á Váli Olsen og Oasubrøðrunum. 

Eisini samskipaði hann fløguna ”Tú Leitar”, sum bleiv givin ókeypis í 10.000 eintøkum.

Í samband við nýggju útgávuna, vera útgávukonsertir leygarkvøldið 25. mai í Frelsunnarherinum í Havn og sunnukvøldið 26. mai í Kelduni í Skálafirði. Eisini luttekur Magni Christiansen. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder