Innanlands

Nýggj føroysk lóg um foreldramyndugleika og samveru

Nú skal tað verða lættari hjá foreldrum at fáa felagsforeldramyndugleika. Við nýggju lógini verða rættindi hjá barninum tryggjaði og styrkt - uppskotið er sent til hoyringar hjá viðkomandi pørtum

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2021-06-16 18:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna hevur seinastu tíðina arbeitt við at orða eina føroyska lóg um foreldramyndugleika og samveru, soleiðis at børn fáa rætt til bæði mammu og pápa, og at rættindi og skyldur verða staðfestar.

Foreldramyndugleiki

Við nýggju lógini fáa ógift foreldur betri møguleika at fáa felags foreldramyndugleika, og myndugleikar fáa heimild taka avgerð um felags foreldramyndugleika.

Bústaðurin hjá barninum

Sum nakað nýtt kann avgerð takast um bústaðin hjá barninum. Við hesi heimild fáa foreldrini betri møguleika fyri at varðveita felags foreldramyndugleika, av tí at bústaðurin hjá barninum ofta kann vera tað, sum ósemjan snýr seg um, tá ið foreldrini ynskja at avtaka felags foreldramyndugleika.

Samvera

Ásetingarnar um samveru verða nágreinaðar og víðkaðar m.a. soleiðis, at samvera kann ásetast við onnur enn foreldur, sum barnið er knýtt at. Eisini verður ásett, at samveruforeldrið hevur rætt til sjálvvirkandi viðbótarsamveru fyri mista samveru, um bústaðarforeldur hevur forðað samveru uttan haldgóða orsøk. Hetta merkir, at nýggj samvera verður ásett fyri mistu samveruna.

Barnsins besta

Við nýggju lógini verða rættindi hjá barninum tryggjaði og styrkt. Tryggjað verður, at allar avgerðir verða tiknar við atliti at barnsins besta, og at fyrilit skal takast fyri sjónarmiðunum hjá barninum.

Fyri betri at tryggja, at sjónarmiðini og hugsanin hjá barninum kemur fram, fær Familjufyrisitingin heimild at seta í verk barnaserkøna kanning og biðja um ummæli frá serkønum um foreldrini í sambandi við viðgerð av málum sambært lógini. Eitt barn, sum er fylt 10 ár kann eisini biðja Familjufyrisitingina byrja eitt mál um foreldramyndugleika, samveru og bústaðin hjá barninum við at kalla foreldrini á fund, har foreldrini og barnið fáa høvi at tosa um foreldramyndugleikan, bústaðin hjá barninum og samveru.

Uppskotið er sent til hoyringar hjá viðkomandi pørtum. Uppskotið liggur eisini á hoyringarportalinum hjá landsstýrinum, har øll við áhuga kunnu koma við viðmerkingum.

Almannamálaráðið 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder