Innanlands

Nýggj føroysk sápa á marknaðinum

Hotel Djurhuus hevur latið framleitt serføroyska sápu til hotellið

Frá vinstru Jenny í Heiðunum stjóri Hotel Djurhuus, Rúni Djurhuus hoteleigari, Debes Petersen, stjóri í Kemilux, og Jeanette Lassen, vørumennari hjá Kemilux

Frá vinstru Jenny í Heiðunum stjóri Hotel Djurhuus, Rúni Djurhuus hoteleigari, Debes Petersen, stjóri í Kemilux, og Jeanette Lassen, vørumennari hjá Kemilux

2023-12-14 07:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hotel Djurhuus hevur í longri tíðarskeið brúkt orku uppá at framleiða eina føroyska sápu og nú er hon komin á marknaðin. 

Eingin ivi skal vera um, at sápan er føroysk, tí hon er framleidd av føroyskum vatni og rabarbum, hevur eitt lítið føroysk flagg aftanfyri á etikettini og frammmanfyri á etikettini, hómast allar 18 føroysku oyggjarnar. Hon er sniðgivin í Føroyum og føroyska fyritøkan Kemilux stendur fyri framleiðsluni. 

Sápan hóskar væl til sniðgevingina á Hotel Djurhuus. Etikettin er svørt eins og hotellið, og sæst ein týðiligur samanhangur í sniðgevingini. Tó er hetta ein sápa, ið eisini hóskar inn í nærum hvørt húsarhald, tí eingin litur brýtur frá og er sniðgevingin modernað og einkul.

Sápan er serstøk og er ætlað teimum ið ganga høgt uppí kvalitet.

Sápan er mild – bæði fyri hendur og náttúruna, hon angar væl av rabarbum og fæst bæði sum hondsápa og sum shampoo.

Sápan fæst til sølu í Nips í SMS, Dutyfree í Vága Floghavn, Hotel Djurhuus og á nethandlinum skalkur.fo

Tíðindaskriv frá Hotel Djurhuus

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder