Nýggj forkunnug framsýning er latin upp við spennandi søgum og frágreiðingum um føroysku klæðni - tjóðarbúna okkara.
Umframt fleiri forkunnugar lutir, verður eisini sýnt fram dømi uppá nýmótans føroysk klæði. Greitt verður frá søguni um búnan, hvussu hann verður nýttur í dag, og hvussu hann seinastu árini er vorðin ein fólksligur og livandi búni.
Søgan um tann stóra týdning ”Skrædder Debes” fekk fyri menningina av búnanum er við á framsýningini, umframt ein fragreiðing um siðbundna handverkið at framleiða føroysk klæði.
Í fjør lat upp framsýningin “Ull er Føroya gull”. Hon snýr seg um týdningin, seyðahald og ull hava havt fyri Føroyar frá landnámstíð fram til í dag. Hesar báðar framsýningarnar standa sera væl lið um lið og stuðla hvørji aðrari.
Framsýning Tjóðsavnsins hevur opið hvønn dag frá kl. 10 til 17 – eisini á ólavsøku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald