Mentan

Nýggj valentinsfrímerki frá Posta

Í sambandi við Valentinsmessu, sum er í dag 14. februar, verða tvey nýggj frímerki givin út. Annað avmyndar Vatndalsvatn og hitt eitt hjarta við áskriftini "Tú ert her"

Mynd: Posta

Mynd: Posta

2020-02-14 11:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag á valentinsmessu, 14. februar 2020, gevur Posta út tvey nýggj frímerki. Annað avmyndar Vatnsdalsvatn í Vágum og hitt eitt hjarta við áskriftini “Tú ert her”.

Roy Mosterd hevur tikið fotomyndina av Vatnsdalsvatni og listakvinnan Suffía Nón hevur teknað hjartað.

Virðið á frímerkjunum er ávíkavist 8,00 og 12,00 krónur.

Valentinsdagur 14. februar, er ein katólskur halgisiður, sum síðani hevur breitt seg til aðrar mentanir. Hendan dagin er siður at senda smáar romantiskar kvøður til tey, ið eru hjartanum næst – eitt valentinskort við eymum orðum, blómur ella gávur, sum prýðislutir ella konfekt.

Meira kann lesast um frímerkini á stamps.fo.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder