Í 2019 endaði vælumtókta sjónvarpsrøðin "Game of Thrones", sum byggir á bókarøðini "A Song of Ice and Fire" eftir George R. R. Martin, og síðan tá hava fjepparar kring heimin bíðað í spenningi eftir meira úr "Game of Thrones"-heiminum.
Á heysti í 2019 varð boðað frá, at ein nýggj "Game of Thrones"-sjónvarpsrøð var í gerð, og nú ber til at stroyma fyrsta partin á HBO Max.
Talan er um "House of the Dragon", ein undansøga til "Game of Thrones", sum gongur fyri seg eini 200 ár áðrenn hendingarnar í upprunarøðini. "House of the Dragon" snýr seg um Targaryen-familjuna, sum m.a. Daenerys Targaryen (Emilia Clarke) er partur av.
"House of the Dragon", sum sambært fleiri miðlum er ein av fleiri spin-off-sjónvarpsrøðum, sum ætlanir eru um at gera, byggir á bókina "Fire & Blood" hjá George R. R. Martin. Fyrsta sesongin hevur tíggju partar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald