Innanlands

Nýggj gransking um hval í Arktis og Norðuratlantshavi

Stór nýggj granskingarverkætlan um grindahval og springarar skal eftir ætlan stimbra undir burðardyggari umsiting av hvali í Arktis og Norðuratlantshavi

Høvuðsendamálið er at kanna, um tað er ein stovnur ella fleiri av hesum hvalasløgunum í Arktis og Norðuratlanshavi. Eisini verður hugt eftir ferðingarmynstrinum hjá hvalasløgunum, og hvørja ávirkan veðurlagsbroytingar kunna hava havt á tey

Høvuðsendamálið er at kanna, um tað er ein stovnur ella fleiri av hesum hvalasløgunum í Arktis og Norðuratlanshavi. Eisini verður hugt eftir ferðingarmynstrinum hjá hvalasløgunum, og hvørja ávirkan veðurlagsbroytingar kunna hava havt á tey

2024-06-19 16:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í verkætlanini verða arvaeginleikarnir hjá grindahvali, skjórutum springara og kjafthvítum springara kannaðir. 

Høvuðsendamálið er at kanna, um tað er ein stovnur ella fleiri av hesum hvalasløgunum í Arktis og Norðuratlanshavi. 

Eisini verður hugt eftir ferðingarmynstrinum hjá hvalasløgunum, hvørja ávirkan veðurlagsbroytingar kunna hava havt á tey, og hvat hetta kann hava at siga í longdini. 

Ætlanin er, at úrslitini skulu brúkast í burðardyggari umsiting av hvali í Arktis og Norðuratlantshavi.

Verkætlanin er fíggjað av Granskingarráðunum í Føroyum og Grønlandi og verður umsitin av Fróðskaparsetri Føroya, Grønlands Naturinstitut og Københavns Universitet. 

Eitt stórt samstarv er um hesa verkætlanina, har Havstovan og tíggju útlendskir stovnar eisini eru við.

Fróðskaparsetur Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder