Innanlands

Nýggj granskingarverkætlan um knæskelskeiking fer nú í gongd á Landssjúkrahúsinum

Hon verður gjørd í samstarvi við granskarar á Ílegusavninum og á Hvidovre Hospital - allir ungir føroyingar í aldrinum 15 til og við 19 verða í hesum sambandi spurdir, fyri millum annað at kanna títtleikan.

Høvuðsábyrgdarhavandi lækni er Niclas H. Eysturoy, ið er í høvuðsútbúgvingarstarvið innan ortopædi á skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum (Mynd: Sverri Egholm)

Høvuðsábyrgdarhavandi lækni er Niclas H. Eysturoy, ið er í høvuðsútbúgvingarstarvið innan ortopædi á skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum (Mynd: Sverri Egholm)

2022-03-01 21:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Granskarar á skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinumfara nú undir granskingarverkætlanina "Tann Føroyski Knækanningar Bólkurin". Verkætlanin verður gjørd í samstarvi við granskarar á Ílegusavninum og á Hvidovre Hospital.

Í stuttum snýr verkætlanin seg um knæskelskeiking hjá ungum føroyingum í aldrinum 15 til 19 ár. Knæskelskeiking er, tá knæskelin er farin úr lið.

Í fyrstu atløgu fara granskarar at kanna títtleikan, vandatáttar og ættarbregði. Síðani verður eisini farið undir at kanna langtíðar trupulleikar hjá teimum, ið hava keikt sær knæskelina.

Allir ungir føroyingar í aldrinum frá 15 til og við 19 ár fáa í hesum døgum eitt spurnarskema í MínBoks ella eitt vanligt bræv við spurningum, sum snúgva seg um knæskelskeiking. Granskararnir vóna at fáa svar frá øllum - eisini teimum, ið ikki hava keikt sær knæskelina áður.

Spurnarblaðið leggur eisini lunnar undir gransking innan aðrar knæskaðar hjá ungum føroyingum.

Høvuðsábyrgdarhavandi lækni er Niclas H. Eysturoy, ið er í høvuðsútbúgvingarstarvið innan ortopædi á skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum. Høvuðsvegleiðari er Kristoffer Barfod, yvirlækni og kliniskur lektari á Hvidovre Hospitali.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder