2021-11-21 14:42

Eiðis kommuna fer í holt við at rudda kai- og vinnuøkir í kommununi, og í hesum sambandi heitir kommunan á borgarar og fyritøkur, sum hava lutir ella órudd standandi á kommunalum øki, um at beina hetta burtur av økinum skjótast gjørligt.
Áheitanin fevnir um øll, sum ikki hava leigusáttmála við Eiðis kommunu um øki.
Verða lutir ella órudd ikki ruddaðir burtur áðrenn 1. januar 2022, verður tað burturbeint uttan aðra ávaring og fyri eigarans rokning og ábyrgd, skrivar Eiðis kommuna.
Eru ivamál, ber til at seta seg í sambandi við kommununa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald