
Í Tórshavnar kommunu hevur verið frítt skúlaval í nógv ár, men so verður ikki framyvir.
Í fjør vórðu nógv fleiri børn skrivað inn í nýggja Skúlan á Fløtum, enn pláss er fyri, og tí eru upptøkureglurnar nú dagførdar fyri, at hetta ikki skal henda aftur.
Trivnaðarnevndin í Tórshavnar kommunu hevur samtykt dagførdar leiðreglur fyri upptøku av næmingum í kommunalu fólkaskúlarnar. Sostatt er kommunan nú deild upp í seks grundupptøkuøki.
Bæði skúlarnir í miðstaðarøkinum og smáu skúlarnir á bygd hava upptøkuøki. Tó er tað soleiðis, at meðan mørkini fyri upptøkuøkini í miðstaðarøkinum kunnu flyta seg frá einum ári til tað næsta, tí tey verða lagað eftir talinum á børnum í økjunum, so eru upptøkuøkini fyri smærri skúlarnar føst. Her er talan um Kollafjarðar skúla, Kaldbaks skúla, Velbastaðar skúla og Nólsoyar skúla. Bara tey, sum búgva í hesum økjunum, kunnu skrivast inn í skúlarnar, sum hoyra til økini.
Um so er, at pláss ikki er fyri øllum teimum innskrivaðu børnunum, sum búgva í grundupptøkuøkinum hjá einum skúla, verða tey flutt í skúla í grannaøkinum, meðan tey børn, sum so møguliga ikki fáa pláss har, verða flutt eftir somu leiðreglu.
Meira kann lesast um nýggju grundupptøkuøkini her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald