Uttanlands

Nýggj heildarætlan fyri Eystara Havnaøki samtykt

Talan er um eina langtíðarætlan, har ymisk menningarátøk í økinum stigvíst kunnu setast í verk til tess at nýskipa søguligu Eystaru Bryggju sum ein innbjóðandi og livandi part av miðbýnum. Hon verður samantvinnað við fimm ymiskum virkisfunktiónum

2022-03-17 13:06 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi árini verða fortreytirnar fyri virkseminum á Eystara Havnaøki somikið broyttar, at neyðugt er við eini heildarætlan fyri, hvussu økið skal nýskipast, so tað kann gagnnýtast á ein skynsaman og framtíðartryggjaðan hátt.

Nýggja heildarætlanin fyri Eystara havnaøki er tískil ein yvirskipað og langtskygd ætlan fyri, hvussu ymisk menningarátøk í økinum stigvíst kunnu setast í verk til tess at nýskipa søguligu Eystaru Bryggju sum ein innbjóðandi og livandi part av miðbýnum.

Heildarætlanin verður samantvinnað við fimm ymiskum virkisfunktiónum, ið eru: Mentan og trivnaður, Smáhandla-, matstovu- og kafévirksemi, Uppliving og ferðavinnutilboð, Samferðslusamband og kunning og Býareyðkenni (Tinganes & Skansin)

Hesar virkisfunktiónir verða allar mentar og knýttar hvør at aðrari í og við, at tær umskarast á einum nýggjum bryggjutorgi yvirav Tinganesi, sum sostatt verður ein miðdepil í økinum fyri mentan, trivnað, samferðslu, smáhandilsvinnu, upplivingum og smábátavirksemi.

Bryggjutorgið verður karmur um serligar merkisdagar, høgtíðir og hátíðarhald, sum til dømis ólavsøku, har nógv fólk kann savnast á einum sólargóðum staði. Her verða betri umstøður at leggja at við sluppum, skúlaskipi og drotningaskipinum, umframt at her ber til seta sølubásar, uppdrignar kappróðrarbátar og skipa fyri tónleikatiltøkum og útisjónleiki, har ein skoytibreyt eisini kann riggast til.

Tá Smyril-line eftir ætlan flytir sítt virksemi longur út á ídnaðarmolan, og Smyril verður tikin úr sigling sum liður í ætlanini um suðuroyartunnil, verður ikki neyðugt við eini farstøð, ið stendur júst har hon stendur á bryggjukantinum. Ein nýggj tíðarhóskandi ferðamiðstøð kann tá staðsetast betri í nærumhvørvinum við bussbásum, har ferðslan kann skipast inn og út av økium á ein smidligari hátt.

Økið varðveitir sostatt sín leiklut sum samferðslu-knarvapunktið í einum landsumfevnandi busskervi og við nólsoyarferju, men hesin parturin verður gjørdur meira fólksligur, grønur og miðbýarkendur. At varðveita almenna samfersludepilin í heildarætlanini hevur stóran týdning fyri økið, tí hann tryggjar ein støðugan streym av fólkaferðslu í økinum og ein framhaldandi relevans fyri virksemið í nærumhvørvinum.

Sum eitt nýtt eyðmerki fyri økið, verður eitt tjóðleikhús staðsett, har verandi farstøð liggur í løtuni. Hetta er sjálvsagt treytað av, at Smyril verður tikin úr sigling, tá koyrandi verður til Suðuroyar. Mentamálaráðið hevur biðið Landsverk um at skipa fyri eini arkitektakapping um at nágreina, hvussu hesin bygningurin kann kann taka seg út í økinum, og hendan kappingin verður útskrivað í næstum við støði í teimum fortreytum, sum fyriliggja í nýggju heildarætlanini fyri Eystara Havnaøki.

Lítil og ongin farleið sæst eftir smáu húsunum og neystabyggingini, sum var at síggja í økinum, sum fyrr varð nevnt Yviri í Trøð og Á Kák inni við Kongabrúnna, og sum setti sín serliga dám á økið, áðrenn tað var burtursprongt og umlagt til havnaídnaðarligt virksemi.
Við heildaraætlanini verður høvi at nýtulka sumt av hesum umhvørvinum sum ein nýggjan smábýling við búðum og uppihaldstúnum til ymiskt smávinnuligt virksemi. Hesin smábýlingurin kann skipast sum eitt náttúrligt framhald av siðbundnu sethúsabyggingini í Kilarakanalini í einum líkum býarrúms- og byggiskala.

Býareyðkenni, sum Tinganes og Skansin, ið kennast lutfalsliga avskorin og fjar í býarmyndini, verða í heildarætlanini tættari knýtt upp í býin og fáa ein nýggjan býarskipanarligan týdning í einum miðsavnandi mentanar- og trivnaðarumhvørvi við Eystaru Vág.

Tú kanst lesa meira um heildarætlanina og fylgja við í verkætlanargongdini á temasíðu okkara um heildarætlanina. Síðan verður dagførd, so hvørt sum nýggj verkætlanarstig verða tikin. Til ber eisini til at taka heildarætlanina niður og lesa hana í fullum líki her

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder