Innanlands

Nýggj heimasíða savnar tiltøk í Eiðis kommunu

Eiðistiltøk gevur eitt yvirlit yvir, nær konsertir, fyrilestrar og annað í kommuni er á skránni

2022-10-05 12:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eiðis kommuna hýsir nógvum ymiskum mentarligum og øðrum tiltøkum, og nú boðar eidi.fo frá, at ein heimasíða er gjørd, hvørsendamál skal vera at geva eitt yvirlit tiltøk í kommununi.

-Á síðuni verður lýst við konsertum, fyrilestrum og tílíkum. Um borgarar skipa fyri almennum tiltøkum, ber til at lýsa við teimum á hesari síðun

Á eidistiltok.fo sæst fyrst og fremst, at Heystfagnaður verður 12. - 17. oktober, og síðani nøkur av tiltøkunum ið eru knýtt til tað, men eisini konsertir og annað ið er sett á skrá seinni enn tað.

Borgarar kunnu millum annað venda sær til [email protected] fyri at kunna um tiltøk. Heimasíðan Eiðistiltøk er framleidd í samstarvið við fyritøkuna Lunnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder