Innanlands

Nýggj heimasíða við heimsmálunum

Hagstovan almannakunngjørdi týsdagin nýggja heimasíðu, sum vísir, hvussu langt Føroyar eru ávegis at náa málunum hjá Sameindu Tjóðum um eitt burðardygt samfelag

(Skíggjamynd)

(Skíggjamynd)

2022-09-07 07:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Føroya Landsstýri vil røkka heimsmálunum hjá Sameindu Tjóðum um burðardygga menning fram til 2030. Málini mugu mátast fyri at kunna røkkast, og hevur tað tí týdning, at øll lond hava ein skipaðan og einsháttaðan leist at máta gongdina móti málunum, skrivar Hagstova Føroya.

Í flest øllum londum í heiminum eru tað hagstovurnar, sum hava uppgávuna at máta málini, og í Føroyum hevur Hagstova Føroya uppgávuna.

Hagstovan skrivar, at hon í tvey ár hevur arbeitt við at veita føroyskar dátur til ávísarnar til málini, og nú verða tey tøk á nyggjari heimasíðu, sum er ment til endamálið.

Málini, sum eru 17 í tali, snúgva seg m.a. um at basa fátækadømi, at veita øllum mat, rættin til góða heilsu, betri útbúgving, javnstøðu, burðardygga orku, minni ójavna, veðurlagsátøk og lívið í havinum.

Heimasíðan sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder