Uttanlands

Nýggj hitabylgja ávegis móti Evropa

Summastaðni fer hitin at koma uppum 40 stig í næstu viku

Hitabylgja í París í juni (Mynd: EPA)

Hitabylgja í París í juni (Mynd: EPA)

2019-07-21 14:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fólk í Fraklandi, Spania og nógvum øðrum evropeiskum londum skulu fyrireika seg til eina nýggja hitabylgju.

Longu í næstu viku fer evropeiski hitin at vaksa, og summastaðni fer hitin at koma uppá meira enn 40 stig.

Hesar metingarnar koma samstundis sum, at ein ógvuslig hitabylgja hevur rakt USA, og eru longu seks fólk deyð har.

Sambært DR verður ringast hjá spaniólum og fraklendingum, men mann væntar eisini nógvan hita í Týsklandi og Bretlandi.

Væntað verður, at Spania verður fyrsta landið, ið kemur uppum 40 stig. Hetta verður í landspørtunum Extremadura og Andalusia. Síðani fer hitin at leita sær víðari móti Fraklandi, har nýtt met varð sett í juni, tá hitin kom uppá 45,9 stig.

Hóast hitin ikki kemur líka høgt upp sum seinast, væntar mann, at hitin Suðurfraklandi kemur uppá 38 stig longu mándagin.

Í Danmark væntar mann, at hitin ikki kemur longur upp enn 32 stig.

Í Bretlandi verður, sambært The Independent, heitari enn á griksku oynni Kreta í næstu viku. Har væntar mann, at hitin kemur upp móti 34 stig, m.a. í London, har hitin kemur uppá 32 stig mikudagin.

Í vesturpartinum av Týsklandi kemur hitin upp á 37 stig, og mikudagin og hósdagin væntar mann ikki, at hitin fer at liggja undir 30 stig nakrastaðni í landinum.

Eisini Eysturríki, Holland, Portugal og Noreg verða rakt av hitabylgjuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder