Innanlands

Nýggj høli til kommunulæknaviðtalur í Havn

Viðtalurnar í Havn eru fullar, og ber ikki til hjá borgarum at velja kommunulækna í løtuni – Mælt verður til at leingja leigusáttmálan um høli í Berjabrekku, tí hølini verða útbygd til at kunna hýsa fleiri kommunulæknaviðtalum

2021-05-26 18:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í 2019 kom nýggj kommunulæknaviðtala í Kirkjustræti í Hoyvík, sum húsar fimm læknum, og sum nøktaði táverandi tørvin á kommunulæknum, men longu nú er aftur tørvur á fleiri kommunulæknaviðtalum í høvuðsstaðnum.

– Hvør kommunulækni kann hava upp til 1600 kundar. Sum er ber ikki til hjá borgarum at velja kommunulækna, tí viðtalurnar eru fullar, skrivar Tórshavnar kommuna.

Heilsutrygd hevur mælt Heilsumálaráðnum til at seta trý nýggj kommunulæknastørv, harav eitt í Suðurstreymoy, men umstøður eru ikki í løtuni til nýggjar kommunulæknaviðtalur, og tí má kommunan útvega nýggj høli.

Í løtuni hevur Tórshavnar kommuna leigumál í Miðlon og við Berjabrekku við sama útleigara. Mælt verður til at gera avtalu við útleigaran um at leingja leigusáttmálan við Berjabrekku, tí hølini verða nú út- og umbygd til at kunna hýsa fimm kommunulæknaviðtalum - og harvið einum nýggjum kommunulækna. Hølini verða klár í januar 2023.

Málið kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið, skrivar kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder