Í kvøld klokkan 20 føroyska tíð verður nýggj hoyring um álopið á amerikonsku Kongressina 6. januar í 2021. Hetta er fimta hoyringin, sum ein kanningarnevnd við kongresslimum úr Demokratiska og Republikanska flokkinum standa fyri.
Hesaferð fara vitni og bandaðar samrøður at siga frá tí, sum hendi í Løgmálaráðnum og Hvítu Húsunum rundan um álopið á Kongressina. Í hvønn mun Trump og fólkini rundan um hann í Hvítu Húsunum royndu at leggja trýst á leiðsluna í Løgmálaráðnum til tess at broyta og kolldøma valúrslitið, soleiðis, at Donald Trump stóð sum vinnarin og ikki Biden. Hetta hóast allar kanningar av valúrslitinum komu til somu niðurstøðu, nevniliga at alt varð farið rætt fram.
Kanningarnevndin hevur annars boðað frá, at tær seinastu hoyringarnar verða í juli og møguliga ein í september beint undan komandi miðvalunum í november.
Flestu av amerikonsku sjónvarpsrásunum fara at senda beinleiðis frá hoyringini í kvøld, teirra millum CNN.com, sum fer at senda alla hoyringina uttan at skula rinda gjald fyri tænastuna. Til ber eisini at fylgja hoyringini á Washington Post á YouTube.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald