Uttanlands

Nýggj hoyring um Trump og forsetavalið í dag

Fleiri republikanskir politikarar og embætisfólk eru vitni í 4. hoyringini hjá kanningarnevndini hjá amerikonsku kongressini, har ljós verður varpað á royndirnar hjá Trump at leggja trýst á valeygleiðarar at broyta valúrslitið

2022-06-21 14:41 Author image
Jan Müller
placeholder

Í dag klokkan 18 føroyska tíð, 1 p.m. Eastern time, verður 4. hoyringin í amerikonsku Kongressini um álopið á bygningin 6. januar 2021. Hoyringin í dag fer at snúgva seg um miðvísu men miseydnaðu royndirnar hjá táverandi forsetanum Donald Trump at fáa republikanskar politikarar og embætisfólk í fleiri statum, eitt nú Geogia, Nevada og Arizona at kolldøma valúrslitini sum antin svik ella ógyldug. Vit minnast øll víðagitnu telefonsamrøðuna við ein av republikonsku oddamonnunum  í statinum Georgia, Brad Raffensperger um at finna 11.780 atkvøður, tí við teimum aftrat, hevði hann vunnið valið. -Ger okkurt, sum kann broyta valúrslitið, so eg gerist vinnari segði Trump við partamann sín.

Flestum kunnugt tók Raffensperger samrøðuna uppá band og var hon varpað út í allar altjóða miðlar sum ítøkiligt prógv um, at Trump legði trýst á republikanskar politikarar og embætismenn um at svika við valúrslitinum, soleiðis at hann kundi halda fram sum forseti í fýra ár aftrat.

Raffensperger noktaði fyri at lýða boðunum frá Trump og er henda hendingin partur av hoyringini í dag. Eisini verða vitni úr øðrum statum, har Trump royndi at sannføra republikanarar, sum høvdu ábyrgdina av valinum, at svika við atkvøðunum, soleiðis at Biden tapti valið.

Hoyringarnar fylla nógv í amerikonskum miðlum og mánadagin gjørdi sjónvarpsrásin ABC eina veljarakanning, har spurt varð, hvat fólk halda um ákæruna, at Trump royndi at broyta valúrslitið og harvið ólógliga halda fram sum forseti. Kanningin vísir, at 6 út av 10 amerikanarum ella 58% í mun til 40% halda, at Trump eigur at verða ákærdur fyri at hava framt eina brotsgerð, tá hann royndi at svika og broyta valúrslitið og fremja eitt kvett. Nokk av prógvum eru til tess sigur kanningarnevndin. 

Tað seinasta nýggja er, at roynt verður nú at fáa Mike Pence, varaforseta hjá Trump at vitna, men óvist er, um hann ynskir tað. Tað ljóðar eisini, at hann ætlar at stilla upp til forsetavalið í 2024, møguliga ímóti Donald Trump, sum á einum fundi í vikuskiftinum segði, at tað var ikki ómøguligt, at hann fór at stilla upp aftur í 2024. Tað vilja eisini flestu eygleiðarar vera við.

Eitt av endamálunum hjá kanningarbókinum er at forða fyri, at sama støða fer at endurtaka seg, tá val verður aftur og Trump stillar upp. Ein av republikansku limunum í kanningarbólkinum, Adam Kinzinger ávaraði sunnudagin í ABC rásini um, at vandi er fyri, at harðskapur og valdsgerðir fara at endurtaka seg, um republikanarar halda fram við at trúgva uppá lygnina hjá Donald Trump. Hann verður eisini at hoyra undir hoyringini í dag.

Enn ein hoyring verður seinni í hesi vikuni. Og tann seinasta í røðini verður so beint undan miðvalinum 4. november.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder