Innanlands

Nýggj kafé í miðbýnum í Havn

Nýggja kafe'in við navninum Karet letur upp í matstovuhølunum á 62°N Hotel. Har verður møguligt at keypa sær ein lættan bita, suppu, gott kaffi og aðrar drykkir

(Mynd: 62n)

(Mynd: 62n)

2020-02-12 09:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nýggja kafé’in eitur Karet og letur upp í hugnaligu matstovuhølunum á 62°N Hotel í Dr. Jakobsensgøtu í Havn. Her verður møguligt at keypa sær ein lættan bita, suppu, gott kaffi og aðrar drykkir.

Navnið Karet vísir aftur til gamla virksemi í hølinum, har Erik Simonsen fyrst í 20’unum hevði karetsmiðju. Her smíðaði og umvældi hann undirstell til hestavognar og framleiddi eisini hjól til vognar, trillubørir og annað. Hóast fyrsti bilurin kom til Føroyar í 1922, vóru tey fá, sum høvdu álit á teimum. Vegirnir í Føroyum vórðu gjørdir til hestavognar, og hesturin var framvegis álitið hjá føroyingum, ja, heilt upp í 60’árini var vanligt at síggja hestavognar á Havnargøtum.

- Vit eru spent og vóna, at gestirnir fara at taka væl ímóti okkara konsepti. Tað er nógv fólk og lív á Handilsgøtuni, og tí meta vit tað vera upplagt hjá fólki at njóta eina góða máltíð hjá Karet í døguðrasteðginum, ella at koma inn ein túr um kvøldið, sigur Súsanna Vang, dagligur leiðari.

Karet letur upp 12. februar klokkan 18, og hevur annars opið hvønn dag frá 12 til 22. Tað eru fólkini handan 62°N, sum reka Karet.

placeholder
placeholder