Innanlands

Nýggj kafé letur upp á Listasavni Føroya

Í dag letur nýggja kaféin “kafe list” upp í forhøllini – Niels Brogaard á Rógvu, eigari av Paname Café stendur fyri

(Mynd: Listasavn Føroya)

(Mynd: Listasavn Føroya)

2022-04-02 10:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag, leygardagin 2. apríl, letur ein spildurnýggj kafé upp í forhøllini á Listasavninum. Tað er Niels Brogaard á Rógvu, eigari av Paname Café, sum stendur fyri nýggju kaféini.

Karina Lykke Grand, stjóri á Listasavninum, sigur, at ynskið við nýggja samstarvinum er at gera tað enn hugnaligari fyri gestir at vitja savnið.

– Tað er upplagt at ganga ein túr gjøgnum Viðarlundina, hyggja at standmyndunum uttanfyri og so koma inn á gólvið til ein góðan drekkamunn. Eisini eru góðir parkeringsmøguleikar uttan fyri savnið. Vit gleða okkum at bjóða gestum á gátt til góða list, og nú eisini til sera gott kaffi.

Upplatingartíðirnar hjá kafe list og savninum eru tær somu. Í apríl er opið týsdag til sunnudag frá klokkan 13-16 umframt í sambandi við tiltøk. Frá 1. mai er opið hvønn dag frá klokkan 11-17.

Um páskirnar er páskaklipp fyri alla familjuna á savninum. Tilfar og uppgávur liggja til reiðar í forhøllini og til ber at koma hvønn dag frá klokkan 13 - 16 til 17. apríl. Tiltakið er ókeypis, og eisini er altíð ókeypis atgongd til savnið fyri børn og ung undir 20 ár, skrivar Listasavnið í tíðindaskrivi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder